Tórshavnar kommuna
Sjúkrarøktarfrøðingur til Sambýlið oman Hoydalar
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Partíðarstarv, Fast starv, Faklært
2026-12-11
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Sambýlið oman Hoydalar.
Á Sambýlinum Oman Hoydalar búleikast 9 húsfólk, og umleið 14 starvsfólk hava sítt yrki her. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini hava tað gott saman og eru um hvønn annan. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, og her verður samstarvað tvørtur um yrki og geirar dagliga. Vit stremba eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, og dagarnir eru ikki eins, og uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan eisini alt tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald.
