Roðin økistænastan
Sjúkrarøktarfrøðingur til samdøgursrehabilitering og umlætting í Roðanum
Eysturoy · Eysturoy
Partíðarstarv, Faklært
2027-11-22
Roðin søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til eitt spennandi og sjálvstøðugt samskiparastarv á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.
Starvið er á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er mánadag til hósdag kl. 8.00–15.00.
Um starvið
Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi hevur Roðin fýra pláss til samdøgursrehabilitering og umlætting.
Endamálið við tilboðnum er at veita borgarum eitt tíðaravmarkað uppihald, har dentur verður lagdur á rehabilitering, røkt og stuðul við tí fyri eyga at styrkja ella varðveita førleikar og sjálvbjargni. Umlætting er samstundis eitt týdningarmikið tilboð til borgarar og avvarðandi.
Sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú ein týðandi leiklut í at samskipa dagliga virksemið og tryggja, at hvør einstakur borgari fær eitt væl skipað tilboð, har dentur verður lagdur á greið mál, fakliga dygd og ein samanhangandi tænastu. Til plássini er ein serstøk visitatión, sum er mannað við samskiparanum, terapeutum, tørvsmeta og umboð fyri heimatænastuna. Tú verður sostatt eisini partur av tvørfakliga toyminum, sum metir um tørvin hjá borgarum og tekur avgerð um upptøku til plássini.
Tínar høvuðsuppgávur verða at:
einstaka borgaranum.
handfarin á fakliga nøktandi hátt.
aðrar samstarvspartar.
Vit vænta, at tú:
Royndir innan rehabilitering og samskipan kann verða eru ein fyrimunur.
Vit bjóða tær:
Setanarviðurskifti
Starvið er til setan 1. januar 2027 og verður lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsókn við viðkomandi prógvum og C.V. verður at senda til [rodin@rodin.fo](mailto:rodin@rodin.fo) Umsóknarfreistin er 22. november 2027.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Moniku Weihe Jacobsen, deildarleiðara tlf. 290203 ella við telduposti til [monika@rodin.fo](mailto:monika@rodin.fo).
