Apoteksverkið

Skrivstovulærlingur til fíggjardeildina hjá Apoteksverkinum

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

2026-12-01

Hevur tú áhuga fyri tølum, búskapi og talgildum loysnum?

Apoteksverkið søkir eftir einum skrivstovulærlingi við sergrein innan almennari fyrisiting. Vit bjóða tær eina fjølbroytta og mennandi lærutíð, har tú fært innlit í bókhald, roknskap og fíggjarstýring á einum stórum og spennandi arbeiðsplássi. Tú verður partur av fíggjardeildini, sum hevur ábyrgd av at røkja fíggjarligu uppgávurnar hjá apotekunum, Framleiðsluapotekinum og felags fyrisitingini. Vit leggja stóran dent á støðuga menning og talgilding av arbeiðsgongdum, og tú fært høvi at fáa innlit í og royndir við, hvussu nútímans fíggjarskipanir og sjálvvirkandi loysnir verða nýttar í dagliga arbeiðinum.

Arbeiðsuppgávur

Sum lærlingur fert tú millum annað at arbeiða við:

Bókhaldi og viðgerð av rokningum og gjaldingum
Debitor- og kreditorbókhaldi
Avstemmingum og roknskaparligum uppgávum
Fíggjarætlanum og fíggjarligari uppfylging
Talgildum fíggjarskipanum og sjálvvirkandi arbeiðsgongdum
Samskifti og samstarvi við aðrar deildir og veitarar

Tú fært neyðuga upplæring og vegleiðing, og so hvørt sum tú mennir tínar førleikar, fært tú møguleika at arbeiða meira sjálvstøðugt og taka størri ábyrgd.

Vit ímynda okkum, at tú

Hevur lokið búskaparbreyt ella aðra viðkomandi miðnámsútbúgving
Hevur áhuga fyri tølum, bókhaldi og búskapi
Hevur áhuga fyri KT og talgildum loysnum
Ert nærløgd/nærlagdur, álítandi og arbeiðir skipað
Hevur góð samstarvsevni og ein jaligan hugburð
Ert forvitin og hevur hug at læra nýtt

Vit bjóða tær

Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð
Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum
Innlit í fíggjarstýring og talgildar loysnir á einum stórum almennum arbeiðsplássi
Góða upplæring og stuðul gjøgnum alla lærutíðina

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er skrivstovuútbúgving við sergrein innan búskap og fevnir um verkliga læru hjá Apoteksverkinum og skúlagongd í Danmark. Lærutíðin er vanliga tvey ár, men kann vera ymisk alt eftir útbúgvingargrundarlagi. Les meira um útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðar lærupláss á fíggjardeildini hjá Apoteksverkinum á Staravegi 15 í Tórshavn. Lærlingurin kemur at vísa til Elsbet B. Danielsen, roknskaparleiðara. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu.

Samband

Hevur tú spurningar um læruplássið, ert tú vælkomin at venda tær til:

Elsbet B. Danielsen

Roknskaparleiðari

Telefon +298 285818

Umsókn

Send umsókn saman við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum við at trýsta á Søk starvið

Umsóknarfreist: 1. desembur 2026

Um Apoteksverkið

Apoteksverkið hevur ábyrgd av at framleiða, flyta inn, goyma, pakka, handla við og útflýggja heilivág í Føroyum. Virksemið fevnir um Landsapotekaraembætið, Framleiðsluapotekið og fimm apotek kring landið.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

Øll størv