Fróðskaparsetur Føroya
Starv sum vísindaligt hjálparfólk
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Partíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært
2026-12-10
Á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya sóknast vit eftir einum vísindaligum hjálparfólki til verkætlanina "Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður". Við starvinum fært tú møguleika at luttaka í gransking, leggja ætlanir til rættis, samstarva við ymsar áhugapartar kring landið, og tú verður við í menningini av nýggja fak- og granskingarøkinum føroyskt sum annaðmál.
Um verkætlanina
Endamálið við verkætlanini "Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður" er at fáa fram nýggja vitan um málrættaða annaðmálsundirvísing fyri vaksnar tilflytarar, sum verður samantvinnað við arbeiði og/ella starvsvenjing. Fyri at røkka hesum máli fer verkætlanin – í samstarvi við viðkomandi áhugapartar - at sniðgeva, royna í verki og menna virkislagaðar tilgongdir til annaðmálsundirvísing og læring, viðmæla góða praksis og mannagongdir, ið stuðla annaðmálstøku og inklusjón á arbeiðsplássum.
Sí lýsing her
