Á Handilin Argir
Starvsfólk til Á Argir
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Fast starv, Ófaklært
2026-11-15
Á-handilin á Argjum søkir eftir einum álítandi og røskum starvsfólki til okkara breyðdeild.
Tín høvuðsuppgáva verður at hava ábyrgd av breyðdeildini, har tú millum annað fer at baka og syrgja fyri, at deildin altíð er væl hildin, innbjóðandi og klár til kundarnar.
Harumframt verða aðrar uppgávur í handlinum, eitt nú at:
Vit leita eftir tær, sum arbeiðir sjálvstøðugt og ert røkin. Tú trívist við at taka ábyrgd og ert við til at geva kundunum eina góða uppliving í handlinum.
Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 05:30 til 10:00. Harumframt annað hvønn leygadag frá 05.30 til 11.00.
Setanar- og arbeiðstreytir
Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.
Soleiðis søkir tú
Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til [starv@ahandil.fo](mailto:starv@ahandil.fo)
Síðsta freist at søkja starvið er sunnudagin 15. november 2026.
Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Markus Petersen, leiðari fyri Á Argir á tlf. 266811 fyri at hoyra meira.
