Roðin økistænastan
Starvsfólk til Skálastovu/Demenstænastuna í Roðanum
Eysturoy · Eysturoy
Faklært, Partíðarstarv
2026-11-16
Brennir tú fyri demensøkinum, og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens og familjum teirra, so hevur tú møguleikan at gerast eitt av okkara starvsfólkum.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara at byrja 01. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um 0,7 starvsbrøk – svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er frá kl 8.30-15.30, mánadag til og við hósdag, umframt 4 vikuskiftir um árið.
Skálastova er ein partur av Demenstænastuni hjá Roðanum og heldur til á Skála. Skálastova hevur í løtuni 16 borgarar, ið koma ymiskar dagar um vikuna.
Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag soleiðis at hesi kunnu búgva heima longst møguligt. Arbeitt verður eftir ástøðinum hjá Tom Kitwood, ið snýr seg um, at persónurin við demens, er í miðdeplinum (persóncentrerað røkt og umsorgan). Allur matur verður gjørdur í húsinum har miðja verður eftir at hava húsfólkini við í allari matgerð.
Fyri at varðveita førleikar hjá húsfólkunum sum longst, er umráðandi, at tey eru virkin í dagligdegnum. Tí leggja vit dent á dagliga rørslu/venjing og ymiskar aktivitetir, ið stimbra heilavirksemi. Tí hevur tað tídning at tann ið settur verður er fúsur til at seta aktivitetir í gongd. Sum dømi kann nevnast baking, innkeyp, ymisk spøl, fimleikur, túrar, upplestur, sangløtur v.m.
Somuleiðis er nógv annað virksemi í húsinum, so sum avvarðandibólkar, avvarðandisamrøður, undirvísing, næmingar og lesandi, samstarv við landsdemenssamskipara v.m
Í Roðanum arbeiða vit miðvíst við at Nes,- Sjóvar,- og Runavíkar kommuna verða demensvinarligar. Tænastan byggir á, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga røkt og umsorgan. – Fyri at røkka hesum málið, nýta vit kontaktpersónskipan. Tann ið settur verður, verður kontaktpersónur hjá fleiri borgarum við demenssjúku, ið eru knýtt at Skálastovu, umframt teirra familjum. Tí inniheldur arbeiði nógv samskifti og relatiónsarbeiði. Harumframt liggur sum ein nátúrligur partur í arbeiðnum at gera heimavitjanir, avvarðandisamrøður, lívssøgur (saman við familjunum), støðulýsingar v.m
Fyri at avlasta familjurnar skipar Roðin fyri vikuskiftis umlætting í Skálastovu fýra ferðir um árið.
Førleikakrøv
Vit vænta at tú:
arbeiðinum
uppgávur, ið skulu loysast, umframt at seta tíð av til skjalfestan og annað skrivligt arbeiði.
á Skálastovu, umframt aðrar fakbólkar í Roðanum og uttanfyri Roðan
ábyrgd av sínum arbeiðsøki
Vit kunnu bjóða tær
hjá Roðanum enn meira
Meira fæst at vita:
Meira fæst vita um starvið við at venda sær til Anitu á Lava Olsen, deildarleiðara á tlf. 290217 ella við telduposti til [anitaalavao@rodin.fo](mailto:anitaalavao@rodin.fo)
Meira vitan um demens
Heimsíður: www.alzheimer.fo og www.videncenterfordemens.dk
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðurin er Roðin.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært avvarðandi sáttmála og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum verða at senda við telduposti til [rodin@rodin.fo](mailto:rodin@rodin.fo) í seinasta lagi 16.11.26. Vinarliga viðmerk umsóknina “starvsfólk til Skálastovu“.
