Almanna- og bústaðamálaráðið
Stjóri til Arbeiðseftirlitið
Undir Bryggjubakka 27, FO-100 Tórshavn · Suðurstreymoy
Fulltíðarstarv, Faklært, Fast starv
2026-12-06
Almanna- og bústaðamálaráðið søkir eftir einum málvísum og savnandi stjóra til Arbeiðseftirlitið.
Arbeiðseftirlitið stendur á einum vegamóti, eftir at tað 1. september 2026 varð umskipað frá at vera arbeiðs- og brunaeftirlit. Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðseftirlitinum er at fremja gott arbeiðsumhvørvi og arbeiðstrygd. Umskipanin gevur grundarlag fyri at arbeiða enn meira miðvíst við fyribyrging, menning og eftirliti av arbeiðsumhvørvinum í Føroyum. Sum nýggjur stjóri skalt tú seta eina greiða kós fyri hetta arbeiðið og savna starvsfólkini um felags mál.
Um starvið
Sum stjóri hevur tú ábyrgd av fakligu, starvsfólkaligu og fíggjarligu leiðsluni av Arbeiðseftirlitinum. Í løtuni starvast 16 fólk á Arbeiðseftirlitinum.
Uppgávurnar eru millum annað at:
• seta eina greiða kós fyri menningina av stovninum
• leiða og savna starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum og tryggja, at stovnurin røkir sínar uppgávur væl
• ganga á odda fyri fyribyrging og munagóðum eftirliti og styrkja tilvitið um arbeiðstrygd á føroyskum arbeiðsplássum. Málið er at menna eina trygdarmentan við eini nullhugsjón fyri arbeiðsvanlukkur
• tryggja gott samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, almennar myndugleikar og aðrar viðkomandi aktørar
Harumframt hevur stjórin leiðsluábyrgd av øðrum uppgávum hjá stovninum, eitt nú innan mát og vekt, fýrverk, spreingievni og spreingiarbeiði, vinnukaving, roykfrítt umhvørvi, eltrygd og arbeiðsskaðatrygging.
Um teg
Vit leita eftir einum stjóra, sum:
• vil ganga á odda fyri at skapa ein arbeiðsmarknað, har tað er trygt hjá øllum at fara til arbeiðis
• dugir at leiða og savna starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum
• hevur góð samskiftisevnir og skapar gott samstarv bæði innan og uttan fyri stovnin
• hevur viðkomandi hægri útbúgving ella aðra útbúgving og royndir, sum geva tær samsvarandi førleikar
• hevur kunnleika til almenna fyrisiting, málsviðgerð og fíggjarlig viðurskifti
• helst hevur royndir við og innlit í arbeiðstrygd og arbeiðsumhvørvi í breiðari merking
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og royndir innan eitt ella fleiri av teimum økjum, sum Arbeiðseftirlitið varðar av.
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við eini týðandi samfelagsligari uppgávu, sum er at menna Arbeiðseftirlitið og arbeiða fyri einum tryggum arbeiðsmarknaði í Føroyum. Tú fært møguleika at seta kósina fyri menningina av stovninum og leiða ein starvsfólkahóp við ymiskum fakligum førleikum.
Setanarviðurskifti og umsókn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og lønt samsvarandi lønarflokki 37 í sáttmálanum millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið fevnir um Almanna- og bústaðamálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.
Umsókn við lívsrensli, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til umsokn@abmr.fo í seinasta lagi 6. desember 2026.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, á telefon 734049.
Ætlanin er, at nýggi stjórin tekur við starvinum 1. februar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Stutt um Arbeiðseftirlitið
Arbeiðseftirlitið er føroyski myndugleikin innan arbeiðsumhvørvi, mát og vekt (metrologi), vinnuligt kavaravirksemi, spreingievni og spreingiarbeiði, fýrverk og roykfrítt umhvørvi. Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við at fremja eftirlitsvitjanir, leiðbeina áhugapørtum og granska óynsktar hendingar - t.d. álvarslig arbeiðsóhapp. Harumframt er Arbeiðseftirlitið fyrisiting á eltrygdarøkinum og arbeiðsskaðatryggingarøkinum. Arbeiðseftirlitið er stovnur undir Almanna- og bústaðamálaráðnum.
