Kringvarp Føroya

Tíðaravmarkað fulltíðarstarv sum leiðslusamskipari

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-11-30

Fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Kringvarp Føroya eftir einum leiðslusamskipara at byrja skjótast gjørligt. Setanin er tíðaravmarkað og endar 31. desember 2027.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðslusamskiparanum eru at samskipa og fyrisita virksemi í leiðsluhøpi á stovninum. Talan er bæði um afturvendandi fyrisitingarligar uppgávur eins væl og at luttaka í og leiða tvørgangandi verkætlanir á stovninum.

Starvið er fjølbroytt, og leiðslusamskiparin hevur stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað. Tú kemur bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við nógvum øðrum fólkum. Serliga kemur tú at arbeiða saman við stjóra og deildarleiðarunum fyri at útinna ætlanir stovnsins í verki. Starvið er skipað í fyrisitingini við tilvísing til deildarleiðaran fyri fyrisitingina. Tú fert at arbeiða í einum toymi saman við skráfólki og starvsfólkum í kringvarpssavninum.

UPPGÁVUR

Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at:

· fyrisita fundarvirksemi á leiðslustigi

· gera greiningar til at stuðla undir leiðsluavgerðir og ætlanarleggjan

· samskipa og fylgja upp á verkætlanir settar í verk av leiðslubólkinum

· starvsfólkafyrisiting

· samskipa innanhýsis samskifti, gera mannagongdir, politikkir og leiðreglur fyri stovnin

· samráðast við føroyskar og útlendskar veitarar um rættindi til sendingar

· samskifta við aðrar myndugleikar og stovnar vegna leiðsluna

Leiðslusamskiparin er partur av miðlaeindini, sum samskipar skrá, sendingar og savn

FØRLEIKAR

Vit vænta, at tú hevur útbúgving á t.d. bachelorstigi, eins og viðkomandi starvsroyndir. Um tú hevur drúgvar viðkomandi starvsroyndir innan verkætlanarleiðslu og fyrisiting, kann tað viga meira enn útbúgvingin.

VIT VÆNTA AV TÆR, AT TÚ:

· hevur áhuga fyri leiðslu og fjølmiðlum

· ert væl skipað/-ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

· dugir væl at samskifta á føroyskum og ert køn/-ur í donskum og enskum

· megnar at tillaga teg broyttar umstøður og at lofta fjølbroyttum uppgávum

· at tú sum persónur er ágrýtin, dugnalig/ur og fakliga væl fyri innan viðkomandi øki

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er fulla tíð.

UMSÓKN

Umsókn við prógvum og lívgongdarlýsing skal vera Kringvarpi Føroya í hendi á umsokn@kvf.fo í seinasta lagi mánadagin 30. november 2026. Umsóknin skal merkjast „Leiðslusamskipari“.

FLEIRI UPPLÝSINGAR

Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um starvið við antin at venda tær til Jákupu Mikkelsen, fyrisitingarleiðara á tpost jakupa@kvf.fo / fartlf 296525, ella til Magnus Dam, kringvarpsstjóra á tpost magnusdam@kvf.fo / fartlf 296566.

Øll størv