Kringvarp Føroya
Tíðaravmarkað parttíðarstarv sum skráfólk
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Partíðarstarv, Tíðaravmarkað starv
2026-11-30
Fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Kringvarp Føroya eftir einum fólki at arbeiða hálva tíð við sjónvarpsskránni. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og setanin endar 31. desember 2027.
Høvuðsuppgávan hjá skráfólkinum er at hava ábyrgd av dagligu sjónvarpsskránni. Tú fert at arbeiða í einum toymi saman við m.a. leiðslusamskipara og starvsfólkum í kringvarpssavninum. Starvið er skipað í fyrisitingini við tilvísing til deildarleiðaran fyri fyrisitingina.
UPPGÁVUR
Yvirskipað er arbeiðið at hava ábyrgd av dagligu sjónvarpsskránni. Hetta merkir at velja út tilfar og tryggja, at reyp og millumsendingar eisini er partur av skránni. Arbeiðið umfatar eisini at vera við til at leggja ætlanir fyri langtíðarskrá. Arbeiðið verður skipað eftir innanhýsis leiðreglum.
Ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar eru at:
- leggja dagligu sjónvarpsskránna, harundir at gera broytingar og rættingar í skránni
- leggja ætlanir fyri langtíðarskrá í samsvari við innanhýsis leiðreglur
- samskifta og samstarva við redaktiónir um m.a. at fáa til vega viðkomandi tilfar í sambandi við skránna. Umframt sendingar er eisini talan um lýsingar o.a.
- fylgja við, hvat TV2 og aðrar rásir senda, at finna útlendskt tilfar at leggja á skránna og velja sendingar frá norðurlendsku rásunum (Nordvision-samstarvið)
- samskifta við veitarar og rásir um at fáa til vega tilfar í sambandi við serligar hendingar – eitt nú OL, HM-kappingar og størri mentanarhendingar
Skráfólkið er partur av miðlaeindini, sum samskipar skrá, sendingar og savn.
FØRLEIKAR
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir við prosjektleiðslu ella samskipan.
VIT VÆNTA AV TÆR, AT TÚ:
- dugir væl føroyskt bæði í skrift og talu
- hevur kunnleika og áhuga fyri miðlum, sjónvarpssendingum, filmum o.ø.
- ert álítandi, røkin, fryntlig/-ur og hevur góð samstarvsevni
- ert eldhugað/-ur og kanst vísa á úrslit
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sum skjótast og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er hálvtíðarstarv, t.e. 19,5 tímar um vikuna.
UMSÓKN
Umsókn við prógvum og lívgongdarlýsing skal vera Kringvarpi Føroya í hendi á umsokn@kvf.fo í seinasta lagi mánadagin 30. november 2026. Umsóknin skal merkjast „Skráfólk“.
FLEIRI UPPLÝSINGAR
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um starvið við antin at venda tær til Jákupu Mikkelsen, fyrisitingarleiðara á tpost jakupa@kvf.fo / fartlf 296525, ella til Magnus Dam, kringvarpsstjóra á tpost magnusdam@kv.fo / fartlf 296566.
