Bakkafrost

Vaktarfólk til smoltstøðina á Norðtoftum

Norðoyggjar · Norðoyggjar

Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

2026-12-15

Spennandi starv, frívika og góðir starvsfelagir. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? Nú er eitt starv sum vaktarfólk á smoltstøðini á Norðtoftum leyst at søkja.

Á smoltstøðini á Norðtoftum verður tú partur av einum toymi við fiskarøktarum, vaktarfólki og maskinfólkum, sum hava drúgvar royndir innan aling.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar eru hesar:

  • At brúka ymiska tekniska útgerð
  • At taka vatnprøvar og stýra vatngóðsku
  • At hjálpa til við koppseting
  • At røkta fiskin, og halda kør, útgerð og arbeiðsumhvørvi reint og ruddiligt
  • Útseting av fiski
  • At virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.

Tá tú hevur fingið upplæring, verður tú partur av vaktarskipanini: Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8.00-16.00 í tvær vikur. Síðani arbeiðir tú eina vaktarviku, og aftaná vaktarvikuna hevur tú eina fríviku.

Sí lýsing her

Øll størv