Stranda skúli

Varaskúlastjóri til Stranda skúla

Eysturoy · Eysturoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-12-07

Um starvið

Søkt verður eftir varaskúlastjóra vegna farloyvi. Starvið er frá 01.01.2027 og skúlaárið út.

Varaskúlastjórin, sum er undir ábyrgd og í samstarv við skúlaleiðaran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.

Harafturat skal viðkomandi duga at samstarva, vera hugaður at royna nýggjar leiðir, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur leiðsluroyndir.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt í lønarflokki 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. desembur 2026 kl. 14.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Hans Petur Jacobsen, skúlastjóra, á tel. 232730. Eisini ber til at senda teldupost til Hans.Petur.Jacobsen@skulin.fo.

Stranda skúli hevur 180 næmingar komandi skúlaár. Á skúlanum starvast 22 lærarar.

Øll størv