SALT

Vaskifólk til SALT

Suðuroy · Suðuroy

Fulltíðarstarv, Fast starv, Ófaklært

2026-12-10

SALT sóknast eftir einum dugnaligum, ábyrgdarfullum og ágrýtnum vaskifólki, nú okkara vaskifólk seinastu nógvu árini flytir av landinum.

Vit eru eitt kreativt arbeiðspláss, har tú hevur møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum starvsfólki, um tú ynskir tað.

Týdningarmiklir førleikar

Eyguni eru tíni bestu amboð, ið vísa tær, hvar tørvur er á reingerð. Tú skalt hava ans fyri heildini og smálutum og duga at leggja tína tíð til rættis, tí øll reingerð í húsinum er eftir tørvi og kann ikki leggjast í skema.

Fleksibilitetur er alneyðugur, tí SALT er eitt stórt, livandi hús við nógvum ymiskum virksemi og skiftandi arbeiðstíðum.

Tilvitska, ábyrgd og røkiskapur hevur stóran týdning. Teknisk útgerð o.a. krevja nærlagni og vitan um reingerðarvørur.

Tú skalt hava góð samstarvsevni, tí í SALT møtast alskyns menniskju. Gott lag er ein fyrimunur.

Eisini skalt tú hava koyrikort.

Starvsinnihald

Tú hevur høvuðsábyrgdina av, at húsið er reint og nossligt, og tú tekur tær av allari reingerð. Tó er vasking og pussing av vindeygum og glaspartínum innan og uttan útboðið til uttanhýsis veitara.

Vit hava góð arbeiðsamboð og maskinu til gólvini, sum eru løtt at halda.

Starvs- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og freist

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera SALT í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. desembur á midnátt og skulu sendast til Ólav Rasmussen, stjóra or50@mac.com spurningur um starvið, kanst tú venda tær til Bindi Madsen, tlf. nr. 266540

Januar mánaður er vanliga brúktur til renoveringar og annað og er ein róligur mánaður. Vit vilja fegin, at vaskifólkið byrjar í januar 2027, soleiðis at viðkomandi kann arbeiða saman við verandi reingerðarfólki og fáa góða leiðbeining, áðrenn viðkomandi fer úr starvi, og tú tekur yvir.

Arbeiðstíðir og ábyrgdarøki verða nærri avtalað millum partarnar í starvssetanartilgongdini

Øll størv