Talgildu Føroyar
Vilt tú vera við at talgilda Føroyar?
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Fulltíðarstarv, Fast starv
2026-11-16
Product Owner til Virkið
Vilt tú hava ábyrgd av einari skipan, sum ger tað lættari at reka virki, stovnar og feløg í Føroyum?
Tú fært sostatt ábyrgd av einari skipan, sum ger mun í gerandisdegnum hjá bæði virkjum og myndugleikum.
Virkið er ein skipan sum savnar upplýsingar og talgildar tænastur á einum stað og ger samskiftið millum vinnuna og tað almenna einfaldari. Virkið skal minka um umsitingina, økja gjøgnumskygnið og skapa grundarlag fyri nýggjum tænastum til føroyskt vinnulív.
Um starvið
Starvið er í Talgildu Føroyar á Gjaldstovuni. Vit menna Virkið saman við Skráseting Føroya, TAKS og Hagstovuni. Sum skipanarábyrgdari verður tín uppgáva í fyrstu atløgu at luttaka í verksetingini av skipanini. Høvuðsuppgávan verður tó at tryggja, at skipanin verður rikin trygt og skynsamt sambært galdandi krøvum og lóggávu.
Tú fært ábyrgdina at tryggja, at Virkið verður eitt álítandi og dagført grundarlag fyri betri og lættari umsiting av virkjum, stovnum og feløgum í føroyska samfelagnum.
Tú fært ein sentralan leiklut í samstarvinum um Virkið. Við innliti í bæði skipanina og tørvin hjá stovnunum verður tú við til at knýta dagliga raksturin saman við viðlíkahaldi og víðarimenning. Tað gevur tær eina breiða fakliga uppgávu og tætt samstarv við tey, sum menna og brúka skipanina.
Tínar høvuðsuppgávur verða at:
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella innlit í kt. Tú dugir at seta teg inn í bygnað og høvuðstættir í skipanini, lógarkarmarnar um Virkið og talgilda tørvin hjá brúkarunum.
Tú nýtist ikki at duga alt frammanundan. Tú fært upplæring og fakliga vegleiðing, so tú kanst seta teg inn í skipanina og uppgávurnar.
Vit leggja dent á, at tú:
Vit samskifta nógv við útlendskar veitarar, og tí er neyðugt at duga enskt umframt føroyskt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Arbeiðsstaðið er á Gjaldstovuni í Albert Hall á Argjum.
Tú verður partur av Talgildu Føroyum. Vit arbeiða í toymum og verkætlanum tvørtur um fakøki, og umframt høvuðsuppgávuna við Virkinum fert tú eisini at loysa aðrar uppgávur í deildini.
Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.
Umsóknarfreistin er 16. november 2026
Send umsókn tína við avritum av prógvum og møguligum viðmælum til [starv@gjaldstovan.fo](mailto:starv@gjaldstovan.fo) og viðmerk “Skipanarábyrgdari”.
Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Nicolai Mohr Balle, deildarstjóra, á [nicolai@talgildu.fo](mailto:nicolai@talgildu.fo), tel. 79 24 24.
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss
Á Gjaldstovuni eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum arbeiða við fíggjarumsiting, felags fyrisitingarligum tænastum, kt og talgilding. Vit leggja dent á, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum og hava kantinu við døgurða hvønn dag.
Talgildu Føroyar menna og reka felags talgildar loysnir til fólk, vinnu og myndugleikar. Samleikin, Vangin, Mínboks, Skjáttan og Heldin eru partur av hesum undirstøðukervinum. Vit samstarva við almennar stovnar, kommunur, vinnu og føroyskar og útlendskar kt-veitarar um menning og rakstur og leggja dent á trygd, dátuvernd og brúkaravinsemi.
