Skálkur

Vit leita eftir jólahjálp

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv

2026-12-02

Vit leita eftir jólahjálp

Jólini nærkast, og vit hava brúk fyri einum starvsfelaga. Hevur tú hug at veita góða tænastu og vera partur av einum góðum toymi í hesi stuttligu og travlu tíðini?

Starvið fevnir um útkoyring, pakking og kundatænastu í okkara fjølbroytta handli. Kundi hetta verið nakað fyri teg?

Arbeiðsuppgávur

  • Pakka netordrar
  • Koyra pakkar út
  • Kundasamskifti
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tað vænta vit av tær

  • At tú ert arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.

Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvið umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar. Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Herborg H. Jensen á telefon 79 22 99.

Send tína umsókn til starv@skalkur.fo, um hetta starvið ljóðar, sum nakað fyri teg. Starvið verður sett sum skjótast.

SKÁLKUR.fo

Øll størv