STARVSFÓLKASKIPAN
UMSIT ALT Á EINUM STAÐ
Uprætta ein brúkara á starvsportal.fo og fylg við hvussu nógvir kandidatar lesa starvslýsingina. Umsit alla setanargongdina á einum stað. Tak ímóti umsóknum, raðfest og samskift við kandidatin, og fá betur hagtalsyvirlit. Stovnað starvið og vel tað marknaðarføring ið hóskar seg best. Vit eru tilreiðar at vegleiða við okkara servitan.
STARVSLÝSING OG SETAN
Í EINARI SKIPAN
Starvslýsingar
Umsiting
Umsit alla setanargongdina og starvslýsingar á einum stað. Skipanin er ókeypis á Starvsportalinum.
umsóknir
Raðfest umsøkjarar; bíðistøðu, góðkend, avvíst. Bið um fleiri upplýsingar, set rætta fólkið.
MARKNAÐARÁTAK
cv match
hagtøl & dáta
UMSIT LÝSINGAR, UMSÓKNIR OG SAMSKIFT VIÐ UMSØKJARAR
Starvslýsingar á serpláss á framsíðuni, har allir brúkarar vitja. fyri bert Kr. 1.500,00 u.mvg Lýsingin ferð í umfar á sosialum miðlum og verða víst fyri 15.000 brúkarum um vikuna. Fyri at fáa trygd fyri endaliga úrslitinum, kann ein uppraðfesta til “Marknaðarátak” fyri Kr. 3.780,00 u.mvg. Recruitment Marketing gevur besta úrsliti og kostar Kr. 15.000,00 u.mvg fyri eitt fullfíggja marknaðarátak.
Í skipanini, ið er ókeypis tá lýst verður á starvsportalinum, ber til at umsita alla setanar gongdina. Lýsingar kunnu stovnast og tænastur innan marknaðarføring av starvinum kann bíleggjast. Tað ber til at gjalda eins og væl at umsita lýsingar. Hagtøl vísa á gongdina og hvussu nógvir áhugaðir kandidatar hava lisið starvið. Umsóknir kunnu fáast umvegis skipanina og tað er lætt hjá kandidatinum at uprætta seg í skipanini, og senda umsóknir. Tá feristin er farin er lætt at umsita setanargongdina og velja rætta kandidatin. Tað ber til at raðfesta umsøkjarar í skipanini; seta í bíðistøðu, og biðja um fleiri upplýsingar. Geva svar og kalla inn til samrøðu, og frávelja ikki skikkaðar umsøkjarar. Skipanin kann eisini ognast sum ein sjálvstøðug tænasta.
Umsóknir koma inn í skipanina, um hetta er ynskiligt. Tað ber eisini til at leinkja til aðra skipan og umsita sjálva umsóknargongdina aðrastaðni. Tá umsóknir koma inn ber til at raðfesta umsóknir og góðkenna ella avvísa tær. Eisini ber til at samskifta við umsøkjarar og t.d. biðja um fleiri upplýsingar. Góðtiknir ella avvístir kandidatar fáa boð í skipanini og á teldupost, og tú fært eisini skriva eini boð sum tú ynskir. Tit kunnu avgreiða alt í skipanini og kalla inn til samrøðu, og tað ber eisini til at heinta lívsrensl niður á egnu teldu ella servara.
Vit hava umleið 500 lívsrensl í skipanini og talið er vaksandi. Vanliga hattar kandidaturin sær ikki at upprættað seg við einum almennum lívsrensli, tí vandin er at tað gevur eina ringa støðu á verandi arbeiðsplássi. Tí bjóðar Starvsportalurin eitt lívsrenslusamsvar, har vit finna egnaðar kandidatar fyri tykkum við samskifti 1:1, har vit skapa áhuga á kandidatmarknaðinum. Fá eitt prát við ein rekrutterings ráðgeva á tlf.: 285152
Hagtøl eru alt avgerandi fyri at gera eftirmetingar, og greina úrslit. Ráu hagtølini fyri hvussu nógvir áhugaðir kandidatar hava lisið starvslýsingina, og tal av umsøkjarum er altíð at finna undir umsitingini av starvslýsingini. Tá tit velja at bíleggja eitt marknaðarátak við “rekrutement marketing” bjóðar Starvsportalurin eina fullfíggjaða greining av øllum úrslitum, har vit eisini vísa á demografi, áhuga og profil. Lívsrensl samvar er við í tí tænastuni, sum er ein fullfíggja rekrutterings tænasta.
+400 ARBEIÐSGEVARAR HAVA VÍST OKKUM ÁLIT




















HVÍ VELJA OKKUM?
TRYGD FYRI ÚRSLITUM
Endurlýsingar hava altíð verið ókeypis, tí vit taka ábyrgd fyri okkara luti. Vegna hesu seiðvenju hava vit sera fáar endurlýsingar.
ein umsiting
Vit bjóða stavslýsingar, marknaðarføring og setanargongdin verður sameina á einum stað. Tænastan er ókeypis um tit lýsa umvegis okkum.
ókeypis ráðgeving
Bústaður
Liðagøta 2, 100 Tórshavn
Kontórtíð
M-F: 8.00 - 17.00
T-post
info@starvsportal.fo
TLF
28 51 52