Útgivið
7. maj 2022
Útgongur
28. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til B7

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir 4. sjúkrarøktarfrøðingum og 1. heilsurøktara til B7, til setan skjótast gjørligt. Talan er um 1. fast starv á starvsbrøki 0,5, 3. barnsburðarfarloyvisstørv á starvsbrøki 0,8 og 1. barnsburðarfarloyvisstarv á starvsbrøki 1,0.

Farloyvisstørvini eru til 01.03.2023 og 01.04.2023

B7 er medisinsk deild, har høvuðs sergreinin er neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.

Førleikar

  • Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
  • At tú ert ágrýtin og hevur dirvi
  • At tú hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • Fakligan áhuga innan økið
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/ Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at seta seg í samband við Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella t-post jonsi@ls.fo ella Húngunn Højgaard, varaleiðara, tlf. 304500 lokal 6007 ella t-post hunho@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 27.05.2022

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið