Landssjúkrahúsið
Útgivið
25. maj 2022
Útgongur
24. juni 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild í Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum maskinmeistara. Starvið fevnir í høvuðsheitum um at hava ábyrgdina og tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av nýggju og framkomnu teknisku útgerðini í H-bygninginum.

Talan er um eitt spennandi starv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.

Talan er um eitt fultíðarstarv, har ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur  tilkallivakt í eina viku, umleið 8. hvørja viku. Starvið er til setan 01.07.2022 ella eftir avtalu.

 

Um starvið

Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At hava samband við uttanhýsis veitarar, og hava eftirlit við avtalum við veitarar
  • At góðskutryggja maskinur og útgerð
  • At viðlíkahalda og umvæla maskinur og útgerð
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum maskinmeistari

Vit vænta at 

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Ert álítandi, fyrikomandi og tekur ábyrgd
  • Tolir broytingar í arbeiðinum
  • Hevur vilja til at eftirútbúgva teg um neyðugt
  • Hevur góðan røkjuskap og góðan KT-førleika

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu

 

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 234539, teldupost saebni@ls.fo .

 

Umsóknarfreistin er tann 22.06.2022.

Vinaliga søk starvið her.

 

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst  lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur,  fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið