Landsbanki Føroya
Útgivið
10. juni 2022
Útgongur
24. juni 2022
Staður
Kvíggjartún 1, 160 Argir, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsbanki Føroya sóknast eftir einum fakliga sterkum búskaparfrøðingi til eitt farloyvisstarv skjótast gjørligt og til 1. apríl 2024. Tín uppgáva verður í høvuðsheitum at gera greiningar og frágreiðingar um føroyska fíggjarkervið, her undir eisini at menna hagtøl.

Um starvið
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Ein grundleggjandi fyritreyt fyri at loysa hesa uppgávu er vælskipaðar greiningar, sum tú verður við til at menna. Endamálið við greiningunum er at eyðmerkja váðar í fíggjargeiranum, almenna búskapinum og búskapinum í síni heild.

Um teg
Tú hevur akademiska útbúgving í búskapi ella líknandi frá hægri lærustovni, og at tú hevur hollar analytiskar førleikar. Tú ert fakliga forvitin og brennur fyri at gera greiningar av ymsum samfelagsbúskaparligum viðurskiftum. Tú hevur gott innlit í føroyska búskapin og dugir væl at orða teg á skrift og í talu, umframt kunna greiða frá torgreiddum búskaparligum evnum á einum máli, ið er lætt at skilja. Tað er ein fyrimunur um tú hevur arbeitt við hagtalsgreiningum og dugir at brúka data til greiningar. Royndir við KT amboðum sum t.d. Tableau, Power BI, R osfr. er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit vænta, at tú dugir bæði at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit kunnu bjóða
Eitt starv, har tú verður partur av einum fakligum umhvørvi á høgum støði millum aðrar búskaparfrøðingar, sum tú kanst ráðføra teg við dagliga. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.

Lønin verður ásett eftir sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt farloyvisstarv til fulla tíð. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Maluna Johansen, stjóra í Landsbanka Føroya, á 226225 ella á malan@landsbankin.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juni 2022. Umsókn við lívsrensli, prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til malan@landsbankin.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Landsbanki Føroya er almennur fíggjarstovnur, ið umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Nevndin fyri Landsbanka Føroya er eisini Búskaparráð Føroya. Búskaparráðið fylgir við búskaparligum viðurskiftum í landinum og kemur við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Landsbankin er skrivstova hjá Búskaparráðnum. Sum skrivstova fyri Føroya Váðaráð skal bankin vera við til at hava eftirlit við systemiskum fíggjarváðum. Bankin fyrisitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Átta fólk starvast í Landsbankanum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið