Fjarhitafelagið P/F
Útgivið
7. juni 2022
Útgongur
7. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir tekniskum leiðara at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða tær eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í einum avbjóðandi umhvørvi. Felagið ger stórar útbyggingar í Havnini,

og fer at leggja um til meira varandi orku. So talan er um eitt framsøkið og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv:
Tú ert útbúgvin maskinverkfrøðingur, maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

Vit leggja dent á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur, nærlagdur og hevur góðan kt-kunnleika.

Arbeiðsuppgávur:
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið eisini um planlegging av viðlíkahaldi av netinum, eftirliti við útbyggingum,

kundatænastur, o.a. Tekniski leiärin vísir til stjóran.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til

Fjarhitafelagið P/F, Smyrilsvegur 13, Postrúm 3215, 110 Tórshavn. Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2022.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið