Lýsing
Ert tú útbúgvin vøddamýkjari, kosmetologur ella hevur tú starvsroyndir innan kropsmýking? Og hevur tú hug at arbeiða saman við okkum í lekra vælveruøkinum á Hotel Føroyum? So burdi tú heilt víst lisið víðari.
Vit leita eftir tær, ið antin er útbúgvin vøddamýkjari, kosmetologur ella hevur starvsroyndir innan kropsmýking. Ynskiligt er, at tú kanst arbeiða fulla tíð, men vit hoyra eisini fegin frá tær, um ein onnur arbeiðstíð hóskar tær betur.
Vit vænta, at tú ert íðin, fyrikomandi og ynskir at vera við til, at gestir okkara fáa eina sanna vælveruuppliving.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súsannu í Stórustovu, spaleiðara, á tlf. 217555
Vit gleða okkum at fáa tína umsókn, ið kann sendast til susanna@ress.fo