Lýsing
Umhvørvisstovan er í holt við at talgilda sínar týdningarmestu skráir og skipanir. Grundardátur skulu vera tøkar hjá øllum samfelagnum at gagnnýta, og tí hava vit brúk fyri tær at menna og mynda talgildu skipanir og tænastur stovnsins.
Talan er um eitt fjølbroytt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv við møguleika at luttaka í fjølbroyttum verkætlanum uppá tvørs av deildunum á Umhvørvisstovuni. Viðkomandi, ið settur verður, verður ein týðandi luttakari í skipanini og menningini av rakstrarumhvørvinum hjá stovninum. Starvið er skipað tvørgangandi og vísir til varastjóran.
Umhvørvisstovan arbeiðir tætt saman við Talgildu Føroyum um grundardátuskráirnar, sum fevna um Landsfólkayvirlitið, ognarskráirnar Tinglýsing og Matrikul, Kort, Adressur og aðrar staðsettar dátur. Umhvørvisstovan varðar eisini av dátum innan orku, gransking og náttúru.
Starvið:
Starvið fevnir m.a. um fylgjandi uppgávur:
- Greina og skipa menningina av nýggjum talgildum tænastum
- Viðlíkahald og menning av tøkniliga rakstrarumhvørvinum
- Verkætlanarleiðsla og ráðgeving
- Gera innanhýsis og uttanhýsis KT-mannagongdir
- Samskifti og samstarv við veitarar, aðrar stovnar og brúkarar
Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur
- Viðkomandi hægri útbúgving innan kunningar- og samskiftistøkni, ella líknandi
- Holla og breiða vitan um kunningartøkni sum heild
- Góðar førleikar innan netverk, dátugrunnar og markamót millum KT-skipanir/web services
- Vitan um rakstur, menning og trygd av KT-skipanum
- Royndir við verkætlanarleiðslu
- Kunnleika til forritan
Harumframt vænta vit, at tú hevur hesar persónligu eginleikarnar:
- Tú ert analytisk/-ur og dugir at finna loysnir
- Tú hevur góð samstarvsevni
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett sbrt. sáttmálanum hjá viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og skrivlig umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal sendast
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Malenu Egeberg Jacobsen, varastjóra, á tlf. 234331 ella malenej@us.fo.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum - sí www.us.fo.