Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Vit sóknast eftir maskinmeistara til okkara elverk, sum framleiða varandi orku.

Starvið
Umsitingin og raksturin av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum er savnað í eina deild í Vestmanna. Til hesa deild sóknast vit eftir maskinmeistara, sum í høvuðsheitum skal fáast við elframleiðslu úr varandi orkukeldum. 8 starvsfólk starvast á deildini.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggar, Sandoy, Nólsoy, og Hestoy, og elverkini, sum talan er um, eru vindmyllulundirnar í Húsahaga, Porkerishaga og Neshaga, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og Elverkið á Strond, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj, umframt fyribils verkum í meginøkinum.

Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindirnar altíð eru væl røktar og rigga væl.

Arbeiðið fevnir um rakstur og viðlíkahald, og tú fert í ávísan mun at fáast við fyrisitingarligar uppgávur og umsiting, við tað at stórur partur av dagliga viðlíkahaldinum verður gjørdur av uttanhýsis veitarum, sum hava serfrøði innan ymisku viðlíkahaldsuppgávurnar, serliga innan vindorku.

Eisini ert tú partur av tilkallivakt - á leið eina viku mánaðarliga.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fleiri av hesum økjum:

  • Elframleiðslu
  • Vindorku
  • Eltøkni bæði há- og lágspenning
  • Viðlíkahaldsskipanir. SEV nýtir API PRO
  • Fyrisitingararbeiðið, sáttmálaviðurskifti og málsviðgerð
  • Samskifti við veitarar
  • Eftirlit við viðlíkahaldi og bygging


Fyri at kunna røkja starvið, er krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv. Eisini er neyðugt, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, ert liðleikari og ikki smæðist at samskifta við onnur. Tú klárar teg væl innan norðurlendsku málini og á enskum, bæði munnliga og skrivliga.

Telda og net eru týðandi amboð, góður kunnleiki innan skrivstovuforrit er ein treyt, og týðandi er at hava evni og áhuga at læra seg nýggjar skipanir.

Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 10. lønarflokki.

Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt hetta er samsýning fyri tilkallivakt, sambært galdandi sáttmála.

Arbeiðsstaðið
Arbeiðsstaðið er á Fossáverkinum í Vestmanna, og arbeiðið fevnir um allar Føroyar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sæmund Tausen, verkmeistara á tlf.:286902.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: starv@sev.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. juli 2022.

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 172 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið