Lýsing
Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum á Streymoynni Sunda Kommunu.
Føst størv og tímalønt størv:
- Heilsurøktarar
- Heilsuhjálparar
- Lestrarstarv
- Avloysara til køkin
Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt.
Arbeiðstíð kann vera:
- Blandaðar vaktir
- Náttarvakt burturav
- Vikuskiftisvaktir
Førleikar / krøv
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
- viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
- jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
- telduførleika á brúkarastøði.
- koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
- fjølbroytt størv.
- jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. juli 2022, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Mørkini, á telefon 793251.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo