Heilsuskúli Føroya
Útgivið
12. juli 2022
Útgongur
11. august 2022
Staður
Grønudalur 2, 950 Porkeri, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at royna teg sum lærara, har undirvíst verður í yrkisfakum innan námsfrøði og arbeitt verður við persónligum førleikum? So er hetta kanska nakað fyri teg. Starvið er spennandi og gevandi fyri teg persónliga, samstundis sum tú eisini mennir teg ástøðiliga.

Heilsuskúlin søkir eftir lærara til fast starv ella ársvikariat, frá 1. september 2022 ella skjótast gjørligt eftir tað. Starvið er 3⁄4 tíð. Viðkomandi skal hava útbúgving sum námsfrøðingur á bachelor stigið og hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.

Starvið fevnir m.a. um:

  • Undirvísing
  • Næmingasamrøður
  • Vegleiðing til verkætlanarskriving
  • Próvtøkuhald
  • Starvsvenjingarvitjanir runt landið
  • Luttaka á toymisfundum
  • Samábyrgd av at menna útbúgvingarnar
  • Samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum

Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið inniber vitanardeiling millum starvsfólkini, og gott samstarv er tískil eitt lyklaorð. Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul.

Starvið hevur við sær, krav um loknað námsfrøðiliga útbúgving (NÚ) í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vivie Davidsen stjóra, á telefon 294200 ella við telduposti til vivie.davidsen@skulin.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. juli 2022. Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya til heilsuskulin@skulin.fo.

SEND UMSÓKN

 


Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 15 fólk í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á Heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið