Útgivið
2. august 2022
Útgongur
1. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv frá 1. september 2022 til og við 28. ferbruar 2023. Setanarbrøkurin er 0,75. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.

Heimasjúkrarøkt umfatar sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri. Tænastan verður í størsta mun veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari innleiðslu, har tú fert at hava sera fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir, bæði úr sekundera og primera geiranum, eru tískil viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldraøkið vera ein fyrimunur.

Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni er skipað í samstarvi við aðrar eindir í NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 16. august 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið