Útgivið
5. august 2022
Útgongur
4. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsuhjálpari til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara á setanarbrøki eftir avtalu, skjótast tilber.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 10 fólk við ymiskum tørvum.

Høvuðsendamálið við starvinum er at veita dygdargóðari røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum og at stuðla undir ein tryggan gerandisdag.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Starvsroyndir innan eldraøkið er ein fyrimunur. Søkir eingin heilsuhjálpari, tilskilar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sær rætt til at seta onnur starvsfólk í tíðaravmarkað starv.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt tína umsorganar- og røktarfakligu vitan og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Øll starvsfólk hjá NBH hava møguleika fyri at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast
aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Búog Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 22. august 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið