NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA
Útgivið
26. oktober 2022
Útgongur
11. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Av tí at nøkur av okkara dugnaligum starvsfólkum eru farin úr starvi, verður søkt eftir tveimum heilsuhjálparum á setanarbrøki eftir avtalu skjótast tilber. Møguleiki er fyri at arbeiða fulla tíð.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 10 fólk við ymiskum ynskjum og tørvum.

Høvuðsendamálið við størvunum er at veita dygdargóða røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum og at stuðla undir ein tryggan gerandisdag.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving sum heilsuhjálpari. Starvsroyndir innan eldraøkið kann vera ein fyrimunur. Søkir eingin heilsuhjálpari, tilskilar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sær rætt til at seta onnur starvsfólk í tíðaravmarkað starv.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína umsorganar- og røktarfakligu vitan og førleika og kanst menna teg bæði fakliga og persónliga.

Øll starvsfólk hjá NBH hava møguleika fyri at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Dianu Ó. Johannessen, deildarleiðara, á tel. +298 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 11. november 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið