MEST
Útgivið
29. november 2022
Útgongur
7. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum eldhugaðum maskintøkningi.Tú kemur m.a. at arbeiða saman við teknistovutoyminum, sum eru framleiðslutøkningar og verkfrøðingar. Tínar uppgávur verða millum annað at gera fylgjandi:

  • At verða partur av toymi sum ger umbyggingar/viðlíkahald
  • At tekna 3D og 2D
  • At gera arbeiðstekningar
  • At gera skeritekningar
  • At gera 3D skanningar
  • At gera tekniskar uppmátingar
  • At gera teknisk upplegg
  • At gera tilboð
  • Annað fyrifallandi á Tekni- og verkætlanarstovuni

Starvsstaðurin er á MEST og tú kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar uppgávurnar eru.

Tú vísir til leiðaran fyri Tekni- og Verkætlanarstovuna.

Tín vangamynd:
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir væl at samstarva. Tú sært týdningin í at halda góðsku og arbeiðir við nærlagni. Tú megnar at arbeiða undir trýsti, tá nógvir bóltar eru í luftini í senn.

Tú dugir væl føroyskt og enskt og hevur góðar KT førleikar. Kunnleiki til skip, skipsútbúnað og maskinir er ein fyrimunur. Í starvinum skal ein rokna við nakað av ferðing uttanlands.

Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Í samband við eitt nú titringssmátingar verður tú sendur á skeið uttanlands.

Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Ynskir tú meira at vita um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunvard Joensen, leiðara fyri Tekni- og Verkætlanarstovuni á tel 791230 ella á teldupost: sj@mest.fo

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6 januar 2023 og skal latast inn umvegis hesa leinkju:

https://starv.mest.fo/Vacancy/Index/43

Starvið verður sett skjótast gjørligt og samrøður verða leypandi so hvørt umsóknir koma inn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið