Tað kann tíðum vera torført at vita hvar allar umsóknirnar koma frá. Hvar umsøkjarar hava sæð starvið, og hvussu ferð teirra á alnótuni tryggjaði, at viðkomandi fann inn á umsóknarfrymilin. Í ringasta førið kann væntandi vitan føra til eina ørkymla miðlaspreiðing, har boðskapurin bert skal út fyri ein hvønn prís. Tíverri ofta uttan atlit fyri nyttuvirðinum í hvørjum einstøkum førið, og uttan at vita, hvar orkan hevði best verið løgd.

Viðhvørt svara umsøkjarar, at tey hava sæð starvið á einari tíðindasíðu, og um tú ert heppin, kennir viðkomandi røttu kelduna. Vit hava royndir frá, at fólk enn siga, at tey hava sæð lýsingina á starv.fo, ið ikki longur finst, og møguliga var frá starvsportal.fo ella arbeiðsloysisskipanini. Tað kann vera, at vit hava ein samleika trupulleika, tí fólk ikki síggja nakran mun á netmiðlunum. Eisini kann hettar merkja, at umsøkjarin ikki gevur sær fær um, hvar lýsingin var troffin.

Við øðrum orðum geva umsøkjarar sær ikki ans, um tey finna starvslýsingina á einum, ella øðrum stað. Sannlíkt hevur tað ikki stóran týdning fyri kandidatin. Men fyri lýsaran hevur dátasavning og greinan sera stóran týdning fyri at eftirmeta; hvat riggar og ikki.

Fá skil á dáta ókeypis, og brúka tað til allar netmiðlar

Bitly bjóðar ókeypis sporingsleinkjur, sum kunnu brúkast á miðlum og lýsingapallum. Tað ber til at leinkja inn á starvslýsingina á útvaldum stað, ella beint inn á umsóknarfrymilin. Gerð eina bit.ly leinkju fyri hvønn miðil, sum lýst verður á og soleiðis einskli úrslitini.

Hettar merkir at vit nú vita júst hvar starvslýsingin var funnin, trýst á og lisin. So eftirmeting kann gerast við útgangsstøði í veruleikanum.

Hvat er umráðandi at vita um dáta. Júst tað sama ið er umráðandi at vita um slóina hjá kandidatinum!

Umsøkjarin hevur eina atferð sum best er at kenna, tí annars vita vit ikki hvat úrsliti var í marknaðarføringini av starvinum. Um vit ikki vita nakað um umsøkjaran reint tøkniliga, tá brúka vit mest sannlíkt pening har vit ikki skulu. Í flestu førum er talan um 80/20 regluna. Vit kunnu í ósketni brúka 80 prosent av orkuni har vit fáa minst burturúr.

Tað týdningarmiklasta í samband við starvslýsingar er: Hvør miðil riggaði best til hvønn boðskap, og rakti á røttu kandidatar.

Manglandi eftirmeting av mannagongdum og greining av smálutum er líkna við. At ein kokkur ongantíð smakkar egnu sósina, ið verður borin gestum. Hettar er ein hin stórsti feilur ein kann gera. Umsóknargongdin frá sjónarmiðinum hjá kandidatinum er tað vit eiga at hugsa um.

Tilvitska – Umhugsan – Áhugi – Umsókn – Útveljing – Setan


Um leinkjan til umsóknarfrymilin verður settur inn í starvið á starvsportal.fo, stovnar tað knøttin “søk starvið” ið leiðir víðari beint inn á umsóknarfrymilin á egnu hr- skipan. Soleiðis sæst júst hvat fyri umsókn er komin frá starvsportal.fo ella t.d. einum øðrum miðli.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið