Lýsing
Leiðari til Miðstovnin
Søkt verður eftir leiðara til Miðstovnin at byrja 1. august 2021 ella eftir nærri avtalu.
Leiðarin á Miðstovninum er leiðari fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi. Pláss er í verandi stund fyri 70 til 80 børnum.
Miðstovnurin er skipaður sum ein funktiónsuppdeildur stovnur. Hettar merkir, at rúmini á stovninum hava ymsar funktiónir so sum byggirúm, skapandi verkstað, sansarúm, spælirúm, rørslurúm, matarhøli og útilív.
Barnagarður og vøggustova húsast hvør sær, og eru rúm og virksemi tillagað samsvarandi aldrinum.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/leidari-til-midstovnin/