Útgivið
14. maj 2021
Útgongur
1. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Spennandi starv sum timburmaður/bygningssnikkari

Vit hava økt virksemi á fleiri byggiplássum, og vit søkja tí eftir fleiri timburmonnum og bygningssnikkarum at byrja skjótast gjørligt. ​

Krøv og væntanir til tín

  • tú ert útlærd/ur timburmaður, bygningssnikkari ella líknandi - fyrimunur um tú hevur royndir sum formaður ella sjakbajsur
  • tú leggur æru í at avrika dygdarhandverk
  • tú er ágrýtin í arbeiðnum og jalig/ur
  • tú hevur góð samstarvsevnir
  • tú ert fleksibul í gerandisdegi við skiftandi arbeiðsuppgávum ​

Um starvið
Vit bjóða spennandi uppgávur og ein vælskipaðan arbeiðsdag í toymum við timburmonnum, bygningssnikkarum, lærlingum og øðrum arbeiðsfólki.

Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólk, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiði.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar timburuppgávur á størri og smærri byggiplássum.

Løn sambært avtalu. ​

Søk starvið
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast til teldupostadressu: eysturlon@eysturlon.fo ella til postadressu: Eysturlon, Smyrilsvegur 3, 100 Tórshavn

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Jógvan Hans Østerø, stjóra, á tel. 284256. ​

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 1. juni 2021 – men søk gjarna áðrenn, tí vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn. ​

Meiri um Eysturlon
Eysturlon er byggifyritøka við timbur- og snikkaraarbeiði sum serøki. Fyritøkan varð stovnað í 1982, og í dag starvast um 50 starvsfólk hjá okkum. Vit arbeiða á fleiri byggiplássum í Havn og á Streymoynni, so møguleiki verður at royna ymsar arbeiðsuppgávur innan timburhandverkið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið