Lýsing
Stál- og maskinsmiður til Articon
Vit sóknast eftir stál- og maskinsmiði til verkstað okkara á Hjalla. Vit hava fleiri spennandi avbjóðingar innan stál, konstruktiónir og smiðjuarbeiði.
Arbeiðsøki
- Alt vanligt stál – og sveisiarbeiði
- Umvæling og viðlíkahald av bilum, maskinum og amboðum
Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt. Tú skal hava útbúgving sum stál- ella maskinsmiður ella líknandi. Tað er eitt krav, at tú hevur royndir sum smiður, hevur sveisað og arbeitt við stálarbeiði.
Vit bjóða
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kann tú venda tær til Alfred Hummeland, verkstaðsleiðari, á telefon 216102.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juni 2021. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.