Útgivið
24. februar 2022
Útgongur
13. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Leiðandi læknaskrivari til Psykiatriska depilin

Leiðandi læknaskrivari til Psykiatriska depilin

Starvið sum leiðandi læknaskrivari á Psykiatriska deplinum er leyst at søkja til setan 01.05.2022. Talan er um fast starv fulla tíð.

Leiðandi læknaskrivari er partur av og hevur leiðsluna av okkara skrivaratoymi, sum umfatar fimm læknaskrivarar, heilsuskrivara og skrivstovufólk. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum á deplinum, sum omfatar depilsleiðslu, deildarfleiðarar og fakligar leiðarar.

Tú skal tryggja, at tann einstaki toymislimurin og skrivaratoymið sum heild upplivir trivna og arbeiðsgleði – at tað er pláss fyri fakligari eins og persónligari menning. Tað verður tú, sum skal standa á odda fyri upplæring av læknaskrivaranæmingum á deplinum og halda fast í og verða við til at menna tvørfakliga samstarvið.

Vit arbeiða við dygdarmenning har vit nýta háttalagið Quality Improvement (QI) og tú verður virkin partur í at verkseta dygdargóð átøk, sum stuðla undir skynsamar arbeiðsgongdir og samanhangandi sjúklingagongdir.

Vanligu læknaskrivarauppgávurnar eru umfatandi og tú skalt eisini verða partur av hesum, sum m.a. umfatar visitering, innkalling av sjúklingum, umsiting av bíðilistum, journalskriving, avgreiðsla av kautiónum, reseptavgreiðsla, skráseting o.s.fr, umframt at tú skal taka tær av at umsita tvingsilsskjøl og uppgerða av hesum og hava um hendi sjúklingakærur og samskifti við Kærustovnin.

Hevur tú

  • Útbúgving sum læknaskrivari.
  • Evni at raðfesta og skipa fyri.
  • Hug at leiða og arbeiða við fakligar menning.
  • Góðan KT førleika og eginleikar at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir, tá tað er neyðugt.
  • Hug og árræði til at luttaka í menning av Psykiatriska deplinum
  • Góð samstarvsevni og hegni til at arbeiða í toymum

so ert tú tann vit leita eftir.

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt fakligt spennandi starv, avbjóðingar við at arbeiða á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi við ymiskum fakbólkum umframt møguleikar fyri førleika- og dygdarmenning.

Lønar – og setanartreytir sambart sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðsluna, Tormóð Stórá, lstost@ls.fo ella Eydnu Iversen Lindenskov, eydna.lindenskov@ls.fo ella á telefon 214999.

Umsóknarfreistin er tann 13.03.2022

Vinarliga søk starvið her

Á heimasíðu okkara, www.ls.fo, kann  ein lesa um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "um okkum."

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Elektrikaralærlingur til Smyril   Faroe Islands nýtt
25. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið