Havstovan
Útgivið
3. marts 2023
Útgongur
15. marts 2023
Staður
P. O. Box 3051 Nóatún 1 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Havstovan sóknast eftir skikkaðum maskinmeistara til havrannsóknarskipið Jákup Sverra at byrja skjótast gjørligt.

Tann, ið settur verður, skal í minsta lagi hava fylgjandi útbúgving og førleikar:

  • Vinnubræv sum „Chief Engineer“ Reg. III/3 Chief Engineer
  • Trygdarskeið
  • Brandleiðara-skeið
  • Roykkavara-skeið
  • FRC-skeið
  • Heilsuváttan fyri sjófólk
  • Málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góð samstarvsevnir

Tað er ein fyrimunur at tann, ið settur verður, hevur royndir við teirri tøkni, ið er umborð á slíkum framkomnum skipi, tað verið seg bæði innan maskintøkni og eltøkni.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.

Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV, avriti av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 15. mars 2023.

Umsóknir skulu sendast í telduposti til Havstovuna á starv@hav.fo - frámerkt ’Starv’.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:

Erling í Liða, Reiðara
erlingl@hav.fo
tel. 79 39 01

ella

Jónsvein Joensen, Maskinstjóra
jonsveinj@hav.fo
tel. 22 76 76

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið