Lýsing
Vit søkja eftir lærlingi til Intersport í Havn. Intersport í Havn er í stórari menning, og í útbúgvingartíðini ert tú partur av toyminum við góðum starvsfeløgum, ið taka hond um hvønn annan.
Í lærutíðini hevur tú eitt skúlaskeið í Danmark upp á 8 vikur til samans. Har verður lært um ítróttarútgerð og detailhandil.
Lærutíðuni er 2 ár, og í tínari lærutíð fært tú fasta løn.
Vit vænta av tær sum okkara lærlingi, at tú ert útvendur og opin. Vit vilja, at tú ert tænastusinnaður, arbeiðssamur, kundavinarligur og álítandi.
Sjónarmið:
At tú ert klárur til tær ymisku avbjóðingarnar og vil læra okkurt nýtt.
Áhugi:
Vit vilja, at tú kennir ymiskar íttróttargreinir.
Útbúgving:
Fyri at søkja skalt tú hava lokið búskaparbreyt ella FHS.
Um okkum:
Intersport er ein av størstu ítróttarhandlunum í Føroyum. Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.
Global:
Intersport er heimsins størsta ítróttarketa við meira enn 6000 handlum um allan heimin Vilt tú vera í okkara liði, send umsóknina her: https://alfred.fo/starv/vit-soknast-eftir-laerlingi-til-intersport-torshavn
Umsóknarfreistin er 23. Sept. 2023.