Kringvarp Føroya
Útgivið
30. august 2023
Útgongur
26. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kringvarp Føroya skal hava nýggjan leiðara til deildina Aktuelt.

UM STARVIÐ

Deildin Aktuelt hevur gingið á odda við slóðbrótandi journalistikki og hevur veitt brúkarunum óheft, saklig og kritisk tíðindi um føroyska samfelagið í breiðastu merking. Deildarleiðarin skal, saman við starvsfólkunum á deildini, bera hendan arvin víðari og framhaldandi menna deildina til verandi og nýggjar uppgávur.

Deildarleiðarin, sum vit sóknast eftir, hevur professionellan hugburð til leiðslu og rakstur og vil taka við avbjóðingini at flyta deildina Aktuelt inn í framtíðina við neyðugum tillagingum, soleiðis at deildin kann møta framtíðarkrøvum til innihald og strategi samsvarandi hugsjónini fyri KvF. KvF flytur seg alt meira yvir á talgildar pallar, og talgild framleiðsla og útgáva skulu tí raðfestast hægri. Nýggi deildarleiðarin skal verkseta menning av talgilda profilinum hjá deildini, soleiðis at hesin samvirkar við framleiðsluna og málini hjá deildini annars.

Deildarleiðarin skal, sum partur av leiðsluni, megna at ganga á odda í at skapa eina felags mentan á stovninum við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í journalistikki, starvsfólka- og fíggjarviðurskiftum. Afturfyri sleppur deildarleiðarin at vera við til at mynda dagsskránna hjá KvF, seta mál, bjóða av, savna og skapa rúm fyri fjølbroytni.

 

FØRLEIKAKRØV

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Vit krevja viðkomandi útbúgving og journalistiskar royndir. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur.

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið er fulla tíð. Starvstíðin byrjar eftir nærri avtalu.

Deildarleiðarin fyri Aktuelt vísir til stjóran í Kringvarpi Føroya.

 

LØN

Starvið sum leiðari fyri Aktuelt-deildina verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

UMSÓKN

Umsóknir til starvið skulu, saman við viðkomandi skjølum, vera KvF í hendi í seinasta lagi 26. september 2023.

Umsóknir við CV og viðkomandi prógvum skulu sendast til teldupostadressu: umsokn@kvf.fo. Viðmerk “Deildarleiðari til Aktuelt” á umsóknina.

 

SAMBAND OG UPPLÝSINGAR

Í starvs­ og persónsprofili á heimasíðuni: kvf.fo/umkvf stendur meira um førleikakrøv, ábyrgdir í starvinum og setanartilgongd.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Ivan Hentze Niclasen, stjóra, á tlf. 347500 ella umvegis teldupost: in@kvf.fo.

Vit vísa eisini til kvf.fo/umkvf, har nógvar viðkomandi upplýsingar eru um stovnin.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið