Tórshavnar Kommuna
Lýsing
»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur«.
Køkurin á Ellisheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólki til setan 1. november 2023 ella eftir avtalu. Um kostfakligt starvsfólk ikki søkir, kunnu onnur verða sett í tíðaravmarkað starv.
Talan er um eitt starv á setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 7 til 15 og arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti. Í køkinum á Ellisheiminum starvast trý starvsfólk dagliga, og tvey starvsfólk í vikuskiftinum.