Barna- og Útbúgvingarmálaráði
Útgivið
18. september 2023
Útgongur
29. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir skúlastjóra, sum hevur hugsjónir um skúlamenning og áhuga og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum. Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í 1. – 10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir  námsfrøðiligir stuðlar. Starvið verður sett frá 15. oktober 2023 ella so skjótt sum til ber.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyristingarliga og skipa samstarvið við avvarðandi partar.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi
skúlans, har høvuðsuppgávurnar eru:
• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd
• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava
umstøður fyri fakligari menning
• at raðfesta námsfrøðiliga arbeiðið og virka fyri trivnaði og góðum samstarvi bæði við atliti at næmingum og starvsfólkum
• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at
fáa sum mest burtur úr skúlagongdini
• at umsita rakstrar- og fíggjarviðurskifti skúlans

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir og skeið ella
útbúgving í leiðslu. Skúlaleiðarar skulu sbrt. § 55a í fólkaskúlalógini antin hava tikið ella taka eina góðkenda leiðsluútbúgving.

Persónligir førleikar eru m.a.:
• góð leiðslu- og samstarvsevni
• førleika at taka neyðugar avgerðir
• góðan málførleika, serliga í føroyskum

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Vestmanna skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða
Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi 29. september 2023

Umsóknin verður stílað til:
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
J. H. Schrøtersgøta 7
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: bumr@bumr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið,
kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

____________________________________________________________________

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, gransking barnavernd, barnaheilsu og dagstovnaøkið. Sí heimasíðu ráðsins www.bumr.fo og heimasíðu skúlans www.vestmannaskuli.fo

Líknandi størv

Forfólk til maskindeildina á Skála   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið