Lýsing
Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum móttøkulærlingi at byrja skjótast gjørligt.
Tínar uppgávur sum móttøkulærlingur fevna um:
∙ Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
∙ At inn- og útskriva gestir
∙ At samskifta við gestir í skrift og talu
∙ At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
∙ Ymiskt fyrifallandi arbeiði Vit vænta, at tú
∙ Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
∙ Hevur góðar telduførleikar
∙ Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
∙ Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
∙ Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
∙ Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
∙ Ert strukturerað/ur og umhugsin
Lærutíð
Vit kunnu bjóða tær eitt gott lærupláss á størsta hotellinum í Føroyum, góða upplæring í lærutíðini umframt fittar og dugnaligar starvsfelagar.
Umsóknarfreist 2. oktobur 2023. Umsóknir og spurningar til lærutíðina kunnu sendast til turid@hotelforoyar.fo