Filmshúsið
Útgivið
23. oktober 2023
Útgongur
1. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Filmshúsið hevur seinastu fimm árini arbeitt við at menna og birta upp undir føroyskan film sum vinnu. Nú leita vit eftir einum dagligum leiðara, sum kann standa á odda fyri arbeiðinum at halda á at menna Filmshúsið, filmsvinnuna og føroyskan film.

Filmshúsið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum stendur á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar, sum Filmshúsið stendur fyri, eru:

  • at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
  • at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
  • at umsita afturberingarskipanina fyri filmsframleiðslu,
  • at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
  • at miðla samband millum filmsaktørar,
  • at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
  • at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og
  • í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. at tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

 

Førleikakrøv
Vit søkja eftir tí persóninum, sum verður mettur at hava bestu førleikarnar at standa fyri, at Filmshúsið kann røkka uppgávunum, sum eru nevndar omanfyri.

Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur, dugir at skapa og halda sambond og kann verða eitt gott andlit úteftir fyri Filmshúsið.

Vit vænta, at tú hevur vitan innan filmsvinnu og/ella mentanarøkið sum heild, og at tú dugir filmsmálið. Umsitingarligar, fyrisitingarligar og fíggjarligar royndir við mentanarligum stovnum, -verkætlanum, ella filmsframleiðslu kunnu verða ein fyrimunur.

Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at samskifta og hevur góðar samstarvs- og samskipanarførleikar. Tú dugir at arbeiða strategiskt og dugir at samskifta við myndugleikar og aktørar, so at undirtøka er fyri teimum strategisku ætlanum, Filmshúsið arbeiðir við.

Setanarviðurskifti
Dagligi leiðarin vísir til stýrið fyri Filmshúsið. Løn er sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Starvsstaðurin er í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Byrjanardagurin er 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð.

Freist v.m.
Meira fæst at vita um starvið á www.ffi.fo. Eisini ber til at at ringja til Jan Berg Jørgensen, stýrisformann fyri Filmshúsið, á telefon (+298) 218822, ella at skriva til jan@ffi.fo, viðmerk “Filmshúsið”.

Umsókn við CV og avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til ffi@ffi.fo í seinasta lagi 1. desember 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið