Landsverk
Útgivið
18. december 2023
Útgongur
2. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara ella maskinisti til smiðjuna í Øravík, at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði á stovninum.

Tú kemur at arbeiða saman við góðum starvsfelagum, har dentur verður lagdur á trivnað og gott samanhald við aðrar deildir á stovninum.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum. Tú verður lærd/ur upp og sett/ur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiðið.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði og vaktarhald í vetrarhálvuni. Arbeiðsstaðurin er í Øravík, men roknast kann við, at umsøkjarin eisini skal kunna gera arbeiði aðrastaðni á deildini.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast okkum, umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og skal umsóknin vera okkum í hendi í seinasta lagið 2. januar.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Teddy Johannesen, smiðjuformann á tlf. 290 703 ella á teldupost joha@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið