Lýsing
Beint nú søkja vit eftir tveimum lærlingum, ið koma bæði til at fáa starvsroyndir í handlinum, men eisini gerast partur av JYSK Academy, ið er skúlin hjá JYSK.
Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS.
Vit bjóða tær:
- Eitt áhugavert lærupláss við nógvum spennandi avbjóðingum
- Møguleika fyri altjóða utbúgving
- Spennandi smásøluútbúgving
Vit vænta av tær:
- Arbeiðsom/samur og røkin
- Hevur stóran áhuga í at selja og er tænastu sinna/ður
- Dugur væl at arbeiða í einum toymi
- Fyrikomandi, álítandi og Jalig/ur
Um skúlan:
JYSK er ein av teimum heilt fáu fyritøkunum í Danmark, ið hevur teirra egna skúla.
JYSK academy, ið er skúlin hjá JYSK, er gistingarhúsið hjá Lars Larsen í Himmerland, hann liggur kringsettur av einari ómetaligari flottari nattúru og tað er nakað av tí, ið ger skúlagongdina til nakað heilt serligt. Skúlauppihaldi er fylt við nógvum spennandi leverandørvitjanum, og tú fært bæði teoretiska vitan um handilsbúskap, samstundis við, at arbeitt verður við verkligum uppgávum.
Sigast skal at skúlagongdin fyllur nógv og at ein hevur nógv at læra, men tað verður lønt aftur í frítíðini, tí tá hevur ein møguleikan at royna teir mongu hentleikar ið eru, m.a vatnland, golf, wellness & fitness.
Tú kanst lesa meira um hvussu tað er at vera lærlingur í JYSK her: https://job.jysk.dk/dk/elevuddannelsen/om-uddannelsen
GEVIÐ GÆTUR! Tú kanst ikki nýta “ANSØG” leinkið á síðuni omanyvir til at søkja hetta starvið
Krav:
At tú hevur FHS, hægri handilsskúla (HH), ella aðra viðkomandi útbúgving.
Setan:
Skjótast gjørligt
Send okkum títt CV og umsøkn á starv@jysk.fo
Vilt tú vita meira um starvi, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á starv@jysk.fo ella ringja til okkara á tel 555888 og spyrja eftir Dan Hansen.