P/F Effo
Útgivið
6. februar 2024
Útgongur
25. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur

Lýsing

Effo í Kollafirði søkir eftir dugnaligum og fryntligum starvsfelaga at arbeiða í grillini.

Tú hevur ábyrgd av grillini og skalt tryggja høgt nøgdsemi millum kundarnar. Aðrar uppgávur eru innkeyp av vøru.

Tú kemur at arbeiða 35-40 tímar um vikuna og arbeitt verður í dagvaktum. Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast møguligt.

Vit vænta at tú:
ert arbeiðssom/samur ert tænastusinnað/ur dugir at arbeiða sjálvstøðugt dámar at arbeiða í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

Setanarviðurskiftir Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Arbeiðsstaðurin er Effo støðin í Kollafirði.

Send umsókn til støðleiðaran Samylyn á svi@effo.fo Umsóknarfreistin er 25. feb.

Um Effo
Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið bæði á landi og sjógvi. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar. Effo eigur helmingin av felagnum Vindrøkt, sum rekur vindmyllur í Vestmanna og á Gellingarkletti, og veitir grøna orku til føroyingar. Harumframt eru 10 Effo støðir kring landið harav Effo rekur 7, sum allar selja gerandisvørur, skundverðar og brennievni.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið