Hotel Vágar
Útgivið
17. juni 2024
Útgongur
23. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nýggja og stásiliga Hotel Vágar hevur latið dyrnar upp og vit leita tí eftir ágrýtnum og smílandi ábyrgdarfólki til matstovuna á nýggja hotellinum.
Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.
So ert tú mentur og spentur at veita tænastu í serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær. Útbúgving ella royndir úr matstovu er ein fyrimunur.

Vit bjóða
Tú kemur at verða liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur er eins.
Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin og krøvini eru høg, samstundis sum tú kemur at vera ein stórur partur av menningini av Hotel Vágum, heilt frá byrjan.

Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nýtímans hotel, har vit arbeiða sum ein tænastueind, sjálvstøðugt og í toymi. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst og fremst at reka matstovuna og at veita tænastu í heimsflokki, í matstovuni og til tíðir í móttøkuni.

 Vit vænta at tú

Ert álýtandi og dugir at taka ábyrgd

Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur

Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum

Dámar væl at arbeiða við skiftandi uppgávum

Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið

Setan
Starvið er í dagtímunum gerandisdagar. Av og á kann tó roknast við kvøld- og vikuskiftisvaktum.

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2024 og samrøður verða stutt eftir tað.

Byrjanardagur er skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri nærri kunning um starvið.

Um okkum
Í fjør var farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú stendur stásiliga hotellið endiliga klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit klár at bjóða gestum innum.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið