Dagstovnurin Sankta Jósefs
Útgivið
24. oktober 2024
Útgongur
6. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Elsti dagstovnurin í Føroyum leitar eftir nýggjum stovnsleiðara. Stovnurin er staðsettur mitt í býnum við góðum, fjølbroyttum uttandura umhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Grasagarð, Steinatún o.a.

Á dagstovni Sankta Jósefs er bæði vøggustovu- og barnagarðsvirksemi. Á dagstovninum eru 22 vøggustovubørn og 51 barnagarðsbørn, og har starvast áleið 25 starvsfólk.

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at leiða og samstarva við dugnalig og eldhugað starvsfólk. Tú setir saman við teimum dám á virksemið á stovninum. Stovnsleiðarin hevur ábyrgd av at tryggja, at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál umfamt at stuðla og kveikja áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum.

Vit vænta, at tú

  • Hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi
  • Hevur førleikar at taka avgerðir, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki vilt virka fyri einum fjølbroyttum og tryggum gerandisdegi
  • Saman við starvsfólkum tryggjar trivnað og fakliga menning
  • Leggur dent á gott samskifti við starvsfólk, foreldur/avvarðandi og aðrar myndugleikar
  • Hevur telduførleika og lætt við at orða teg munnliga og skrivliga

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava námsfrøðiliga útbúgving.

Umsøkjarar við leiðsluroyndum kunnu hava fyrimun.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, flokking fyri leiðara 120-289, stig 29 til 33. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur sjálvsognarstovnurin skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum verður send til sanktajosef@gmail.com í seinasta lagi 6. november 202.

Samband
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Annu Rein, nevndarforkvinnu í sjálvsognarstovninum á tlf: 21 50 55 ella við at senda teldupost til: sanktajosef@gmail.com

Líknandi størv

KT-mennari   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. november 2025
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið