Hvíldarheimið Naina
Útgivið
5. november 2026
Útgongur
23. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Parttíðarstarv, Fast starv
T-post
mai@naina.fo
Heimasíða

Lýsing

Søkt verður eftir einum gongsfólki til Hvíldarheimið Naina. Talan er um fast starv á brøk 0,75 í dag- og kvøldvaktum, og annað hvørt vikuskifti.

Hvíldarheimið Naina er ein sjálvsognarstovnur.

Hvíldarheimið er ætlað fólki, sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði, og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 24 fólkum.

Alt virksemið hjá stovninum er væl lýst á okkara heimasíðu www.naina.fo

Starvið umfatar

  • Reingerð
  • Borðreiðing
  • Vaska upp eftir máltíðir
  • Hjálpa til í køkinum í samband við matgerð

Vit vænta, at umsøkjarar

  • Hava royndir innan reingerð
  • Hava góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Eitt jaligt arbeiðsumhvørvi

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Starvsbyrjan er 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Upplýsningar
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mai Dahl, fyristøðukvinnu, á tlf. 211840 ella á teldupost, mai@naina.fo

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til: mai@naina.fo

Umsóknarfreistin er tann 23. novembur.

Líknandi størv

5. november 2026
Starvsfólk til Snjallabjallu   Faroe Islands nýtt
5. november 2026
4. november 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið