Lýsing
Rørsmiðja okkara hevur tørv á enn fleiri dugnaligum rørsmiðum, til mongu spennandi uppgávurnar vit hava fyri framman.
Starvið sum rørsmiður er eitt avbjóðandi starv, tí rørsmiðja okkara átekur sær uppgávur av øllum slag. Møguleiki er fyri at specialisera seg til ávísar uppgávur, ella at fáa uppgávur sum tryggja, at ongin dagur er líka.
Vit síggja fyri okkum, at rættið umsøkjarin er ein sum skilur týdningin av góðum handverki, og sum er førur fyri at arbeiðja sjálvstøðugt. Vit vóna at fáa enn ein dugnaligan og nærlagdan handverkara, sum við ídni fer til verka.
Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at stuðla tær fakliga tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.
Tann rætti rørsmiðurin, fær eina løn og setanartreytir, ið svara til førleikarnar.
Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Jón Samuelsen á tlf 71 20 20 fyri at hoyra nærri um starvi.
Starvi verður sett so skjótt tann rætti søkjur og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo
Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Okkara royndir tey seinastu 170 árini innan HVS í Føroyum, gevur okkum eina heilt serliga vitan um yrkik. Vit bjóða heildarloysnir innan hitavekslarar, kloakk, vatn, sanitet, ventilatión og baðirrúmmøblar. Tað starvast um 50 starvsfólk hjá Mariu Poulsen.