Yrkisdepilin
Útgivið
8. november 2024
Útgongur
12. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða 30 tímar um vikuna á skrivstovuni í Yrkisdeplinum.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við lærlingum og arbeiðsgevarum, umframt føroyskum og donskum skúlum. Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma inn á gólvið.

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja eina góða fyrisiting og at veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. Tú kemur at arbeiða nógv við telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við DynamicWeb heimasíðuskipanini, umframt øðrum innanhýsis skipanum.

Starvið
Dagligur rakstur Verða við til at skipa fyri, at dagligi raksturin hjá Yrkisdeplinum verður framdur. Tað er:
· At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
· At ansa móttøkuni
· At upprætta mál og journalisera í 360
· At gera klárt til fundir
· At loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur

Skrivarauppgávur
· Fyrireika mál til fundir
· Avgreiða liðug mál
· Innkalla til fundir, finna høli og síggja til, at nevndarlimir/fyribilsnevndir verða avløntir

Kunning og sosialir miðlar
· Vera við til at røkja heimasíðuna www.yrkisdepilin.fo

Samskipa yrkis- og sveinaroyndir
· Gera avtalur við skikkaðar metingardómarar og skoðanarmeistarar og røkja samskiftið við teir

Førleikakrøv Vit vænta, at tú:
· hevur viðkomandi útbúgving
· ert ábyrgdarfull/ur, røkin og nærløgd/-lagdur
· dugir væl at fara við fólki og trívist við at hava nógv at gera
· hevur góðar telduførleikar
· hevur hollar førleikar í føroyskum og dugir væl at samskifta í skrift og talu
· hevur førleikar til og dugir at lurta eftir og samstarva við fólk við ymiskari sannføring og bakgrund
· ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
· ert jalig/-ur av lyndi
· hevur royndir við og dámar væl at hava við nógvar ymiskar partar at gera
· hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Annað
Tá talan er um ein stovn við einans 5 starvsfólkum, er umráðandi, at øll starvsfólkini eru smidlig og sinnaði at átaka sær tær uppgávurnar, sum eru neyðugar fyri, at stovnur skal virka á nøktandi hátt.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er 30 tímar um vikuna, við arbeiðstíð frá 9 til 15. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til: starv@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. desember og starvið verður sett til 1. februar 2025.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, stjóra, á tel. 212000.

Líknandi størv

KT-mennari   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. november 2025
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið