Lýsing
Hevur tú hegni og førleikarnar til at hava skil á tølum, dugir tú væl við Excel og dámar tær ein fjølbroyttan og sosialan arbeiðsdag?
Gist&Vist leitar eftir einum roknskaparfólki til fíggjardeildina.
Um starvið
Tú fært, í tøttum samstarvi við roknskaparleiðaran, ábyrgdina av:
- At bókhaldið altíð er dagført og rætt
- Avstemman av kreditorum og debitorum
- Øðrum roknskapar- og fíggjaruppgávum, herundir eftirliti
- Fyrireiking og útgreining av fíggjarligum uppgerðum og rapporteringum til leiðsluna
- Viðkomandi uppgávum í sambandi við lønarumsiting
- Viðlíkahald og menning av skipanum og mannagongdum í sambandi við roknskap
- Aðrar fyrisitingarligar uppgávur í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á deildini.
Vit vænta, at:
- Tú hevur fíggjarligt tev, ert væl skipað/ur, nærløgd/nærlagdur og hevur gott yvirlit, eisini tá tað er nógv at gera
- Tú hevur góðan KT-førleika og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
- Tú ert fleksibul, dugir at laga teg eftir umstøðunum og fyrikomandi – hjá okkum hjálpast vit at og lyfta í felag
- Tú hevur royndir innan bókhald og roknskaparliga fyrisiting – tó ikki eitt krav
- Tú hevur royndir við at arbeiða í Excel.
Vit kunnu bjóða tær:
- Ein frálíkan starvsstað á Hotel Føroyum
- Ein góðan og sosialan arbeiðsdag saman við 12 starvsfeløgum í fyrisitingini hjá Gist & Vist
- Møguleikan at gerast partur av einum av størstu fyritøkunum í Føroyum, har tú fært høvi til fakliga menning og at hava ávirkan á egnar arbeiðsuppgávur
- Atgongd til venjingarhøli og aðrar starvsfólkafyrimunir.
Lønir og setanartreytir
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á skrivstovuni á Hotel Føroyum. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Vit ynskja at seta rætta viðkomandi skjótast gjørligt, men bíða fegin eftir rætta umsøkjara.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast til karinj@gistogvist.fo. Freistin at søkja er 9. desember, men umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Karin Jóannesardóttir, roknskaparleiðara á tlf. 227549 og karinj@gistogvist.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.