Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Brennur tú fyri eldraøkinum, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at tryggja góðsku og fakligheit og menna tilboðið til eldri borgarar í egnum heimi? Hevur tú gott yvirlit, og dámar tær at skipa og samskipa, so er tað tær, vit sóknast eftir.
Søkt verður eftir einum samskipara við útbúgving og løggilding sum heilsurøktari.
Setanarbrøkurin er 1,0. Starvið byrjar 1. februar 2025 ella eftir avtalu.
Heimatænastan
Í Heimatænastuni eru tveir samskiparir, sum skipa dagligu arbeiðsgongdina hjá heimatænastuni. Heilsuhúsið er ein av trimum eindum á eldraøkinum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar.
Kjarnuuppgávan hjá Heilsuhúsinum er at veita eina dygdargóða, samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.